Um Okkum

 

Dagstovnurin á Argjum varð tikin í nýtslu tann 17. oktober í 1988. Stovnurin gjørdist kommunalur í 2011. Frá august 2018 eru 24 børn í vøggustovuni og 45 børn í barnagarðinum.

Stovnurin er býttur upp í 6 stovur:

Tvær vøggustovur, sum eita Smæran og Summardáin

Fýra barnagarðsstovur, sum eita Sóljan, Blákollan, Børkuvísa og Akkuleya.

Um 26 Starvsfólk hava sína dagligu gongd á stovninum; ein leiðari, 7 námsfrøðingar, harav tríggir í farloyvi, 15 hjálparfólk, eitt køksfólk og tvey fólk til reingerð. Umframt hesi eru eisini avloysarar.

Til stovnin hoyra tveir garðar. Ovari garðurin er rundan um stovnin, har pláss er fyri mánabilum, súkklum og líknandi. Eisini er stórt øki við sandi, har borg, skreiðibreyt, hús, reiggjur, spannir, spakar og aðrar útileikur eru at spæla við. Í niðara garði er ein partur náttúruøki við hagalendi, grasi, runnum og gøtum. Hin parturin av garðinum er parkeringspláss, sum er væl egnað til ymiskt slag av virksemi, sum krevur nógv pláss. Portur er í millum báðar garðarnar og eitt stórt portur er á parkeringsplássinum, sum kann latast upp, tá tørvur er á fleiri parkeringsplássum.

Síðani 2003 hava øll børnini á Dagstovninum á Argjum fingið breyð og viðskera á middegi. Hetta hava bæði børn, foreldur og starvsfólk verið sera glað fyri, og er hetta nakað, sum vit ynskja at halda fast í, so leingi sum tað er møguligt. Børnini fáa eisini millummála á stovninum. Vit leggja dent á at maturin er heilsugóður og føðsluríkur, tí hetta hevur týdning fyri trivnaðin og menningina hjá børnunum.

Á Dagstovninum á Argjum eru vit av tí áskoðan, at børn skulu hava møguleika fyri at vera saman við foreldrunum so nógv sum gjørligt. Tí er ikki neyðugt hjá foreldrum, at koma á stovnin við børnunum áðrenn nakra ávísa tíð um morgunin. Á hendan hátt meta vit tað verða møguligt hjá foreldrum, sum t.d. arbeiða “skeivar” arbeiðstíðir, at vera meira saman við sínum børnum. Er tað so at stovan har barnið gongur fer túr, fáa foreldrini boð um hetta, so at tey kunnu koma við barninum um tey ynskja tað.

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2018 >
August
MTuWThFSS
  12345
6789101112
13141516171819
20212223242526
2728293031