Summardáin
Summardáin er vøggustova við 12 børnum og 4 starvsfólkum.
Í Summardáanum vilja vit fegin at barnið kennir seg væl og hetta gera vit við m.a. at gleðast tá bæði børn og vaksin koma hvønn dag.
Fyrsta leika barnið hevur er sín egni kroppur. Tí gera vit nógv av, at geva barninum umstøður at brúka sín kropp á ymiskar hættir tá tað spælir. Vit skifta regluliga innbúgv á stovuni, so barnið kann m.a. hoppa, klatra og snurra. Tá vit fara túr leggja vit okkum eftir at ganga á ósløttum lendi, so barnið fær brúkt bæði styrki og javnvág.
At práta og syngja gera vit nógv og av, t.d. hava vit smáar myndir sum børnini kunnu peika á og so tríva vit í. Vit syngja eisini áðrenn vit eta, hesar sangir skifta vit út, eftir árstíðini t.d. “So milt lýsir stjørnan” syngja vit í des og í mars “Nú fækkast vetrarfjøldir”.

Løtur í Summardáanum

blog - 2
Altíð gott við einum góðum práti. Fram við Sandá eiga vit nógv spor. Nú fara vit niðan til lítlu ánna at kasta steinar, og so heima at eta.  Og nú kasta vit steinar, vit kunnu kasta leingi.  Einaferð vit vóru fram við ánna, har møttu vit einari barnagarðstovu frá okkum, tey vassaðu og tað vildu vit eisini, […] < Les meira >

Løtur í Summardáanum

blog - 2
Rørið í borgini verður nógv brúkt  og mánabilarnir. Renna kunnu vit altíð. Rundan um reyðahúsið, er gott at verða. Renna eisini í garðinum.   < Les meira >

Løtur í Summardáanum

blog - 2
Vassa í nýggjagarði. Leggja klæðir saman við Ingun.   Hetta er ein íshandil – selur góðar ísar 🙂 Henda plastik borgin er altíð góð at klatra í. At byrja við grulva børnini í og úr og kunnu ofta sita leingi inni í borgini, men sum frá líður, fara tey at klatra í henni. Djúsdagur hevur […] < Les meira >

Løtur í Summardáanum

blog - 2
Her eru nakrar myndir úr Summardánum.   Vit hava klipt nógv í ár. Felagsskapur. Byggja hús við stólum og krakkum.   < Les meira >

blog - 2
Summardáin, fram til summarferiuna.   Góðu foreldur   Í Summardánum hava vit tillagað virksemið okkara eftir tilmælunum, í sambandi við Korona. Innandura Vit hava ikki nógvar leikur inni. Vit royna at finna javnvág millum leikur, sum eur skjótar at spritta og sum børnini eru upptikin av. Í løtuni eru nakrar fáar dukkur, nøkur fá djór […] < Les meira >

Spæla við vatn

blog - 2
  Altíð stuttligt at spæla við vatn. < Les meira >

Í nýggjagarði

blog - 2
Fyrrapartin vóru vit í nýggjagarði. Í dag var hesin hylurin eitt hitt. < Les meira >

Í Fimi

blog - 2
Nógvar stuttligar rørslur. < Les meira >

Í nýggjagarði

blog - 2
Her er deiligt. < Les meira >

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irenat@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2020 >
September 28 - October 04
  • 28
    No events
  • 29
    No events
  • 30
    No events
  • 01
    No events
  • 02
    No events
  • 03
    No events
  • 04
    No events