Summardáin er vøggustova við 12 børnum og 4 starvsfólkum.
Í Summardáanum vilja vit fegin at barnið kennir seg væl og hetta gera vit við m.a. at gleðast tá bæði børn og vaksin koma hvønn dag.
Fyrsta leika barnið hevur er sín egni kroppur. Tí gera vit nógv av, at geva barninum umstøður at brúka sín kropp á ymiskar hættir tá tað spælir. Vit skifta regluliga innbúgv á stovuni, so barnið kann m.a. hoppa, klatra og snurra. Tá vit fara túr leggja vit okkum eftir at ganga á ósløttum lendi, so barnið fær brúkt bæði styrki og javnvág.
At práta og syngja gera vit nógv og av, t.d. hava vit smáar myndir sum børnini kunnu peika á og so tríva vit í. Vit syngja eisini áðrenn vit eta, hesar sangir skifta vit út, eftir árstíðini t.d. “So milt lýsir stjørnan” syngja vit í des og í mars “Nú fækkast vetrarfjøldir”.
Spæla við vatn

Altíð stuttligt at spæla við vatn. < Les meira >
Í nýggjagarði

Fyrrapartin vóru vit í nýggjagarði. Í dag var hesin hylurin eitt hitt. < Les meira >
Í Fimi

Nógvar stuttligar rørslur. < Les meira >
Í nýggjagarði

Her er deiligt. < Les meira >