Sóljan er ein barnagarðsstova við 14 børnum í aldrinum 3-6 ár. Í stovuni arbeiða trý starvsfólk, ein námsfrøðingur og tvey hjálparfólk.
Í Sóljuni leggja vit dent á at børn, foreldur og starvsfólk skulu kenna seg væl og trygg, at børnini knýta vinabond bæði uppá tvørs av aldri og kyni.
Vit arbeiða við ymiskum virksemið bæði inni og úti t.d. túrar, fimi og sansa- stimbrandi virksemi. Somuleiðis lesa vit søgur, syngja og spæla sjónleik. Vit arbeiða við teimum ymisku evnunum í námsætlanini og verkætlanum eftir árstíðini.
Heyst tema: Bløð og trøð

Í sambandi við heysttemaið, hava børnini lært at tekna trøð. Fyrst við blýanti og síðani við vatnlitum. Her bleiv tosað um hvussu trøini broytast um várið, summarið og um heysti < Les meira >
Heysttema:”Bløð”

Vit hava í seinastuni arbeitt við Heysttemainum “bløð”: Mangt hava børnini eisini gjørt, t.d. trøð við bløðum, sum tey hava henta. < Les meira >
Sóljubørn spæla við vatn
Børnini hugnað sær úti í regninum
Akvarium verkætlanin 1/10-31/10-2019

Vit hava arbeitt við akvarium verkætlan hendan mánaðin. < Les meira >
Blómur verkætlan t. 27/5-19

Í dag hildu vit áfram við føroyskum blómum. Í dag hava tey heinta veruligar blómur – hugt, merkt og luktað. Síðani málaðu tey m.a sóljur og summardáar. < Les meira >
Nøkur Sóljubørn hava málað Sóljur ídag t. 21/5-19

Nakrar gentur úr Sóljuni hava málað Sóljur eftir einari mynd. Úrslitið bleiv sera gott eftir teirra støðið. Vit høvdu onga grøna ella ljósabláa máling tøkt. Men so var bara at eksperimentera og funnu genturnar útav í prosseuni, at gult og blátt = grønt og myrkablátt blandað við hvítt = ljósablátt < Les meira >
Betri Vinir

Vit hava avgjørt at hava “Betri Vinir” einaferð um vikuna tvs fríggjardagar. Vit eru komin til lektión 4. Evnið í dag ( t. 8/2-19) var Tolsemið og Umsorgan. Vit brúka nógv planchurnar í Betri Vinir kuffertinum, somuleiðis sang og spæl úr massaguheftinum “Man happar ikki tann mann nertur við”. Onkuntið verður stóra bamsuhánddukkan nýtt. Við tað, […] < Les meira >
Vika 4 – Børnini prýða stovu teirra

Børnini í Sóljuni hava hesa vikuna, við hjáp frá teimum vaksnu, havt kreativt virksemi, har skýggj, sól, hálvmánar, fantasifuglar hava verið á skránni. At enda gjørdu tey eisini ælabogar. Stovan er prýtt við øllum tí, tey hava gjørt. Børnini hava verið sera motiveraði. Við hesum virksemi hava tey styrkt um fínmotorik, at verða betri til […] < Les meira >
Hósdagur t 17/1-19 Børnini hugna sær í kavanum

Børnini stórhugna sær bæði við sletu og uttan sletu 🙂 < Les meira >