í dag eydnaðist tað okkum endiliga at halda sólarkakao saman við børnunum, ið er ein afturvendandi siðvenja á dagstovninum á Argjum. Vit bjóða sólini vælkomnari út aftur á Argir við at syngja nakrar sangir og fáa kakao og franskbreyð við smøri fyrrapartin úti í garðinum. Hetta var ein deilig løta í góðveðrinum í morgun. (Fleiri myndir)