Stovnurin leigar høllina á Argjahamri annanhvønn mikudag. Endamálið við túrinum kann vera so ymist. Í vøggustovuhøpi er túrurin niðan og heimaftur ein stórur partur av tí at fara í høllina. Í dag tóku vit bussin niðan. Í høllini bóltaðu vit rút, gingu á bummi, spældu við bóltar, hoppaðu og spældu “Allir mínir høsnarungar”. Túrin oman aftur var farið til gongu, og á veg avstað brúktu vit allar trappurnar frá høllini og oman til høuðsdyrnar. Hesin túrur gav bæði rørsluligar avbjóðingar og sansastimbranir av ymsum slagi, samstundis sum vanin og hegnið at ganga ein longri tein verður vant.