Smæran
Smæran er ein vøggustova við 4 vaksnum og 12 børnum í aldurin 0–3 ár.

Í Smæruni leggja vit fyrst og fremst dent á, at børnini eru trygg í sínum umhvørvi, tí tað er tá tey mennast og læra best. Út frá hesum leggja vit aktivitetir og spøl, ið hóska til aldurin. Vit hugsa nógv um rørsluligu menningina hjá barninum og at tað kann sjálvt og vil sjálvt læra. Harafturat leggja vit dent á, at børnini sjálvi eru við til at velja og taka avgerðir, ið hóska til teirra aldur. Í september, oktober og november hava vit fokus á mál og samskifti.

Seinsummar og vaflur í garðinum

blog - 2
Vit bóðu summarinum farvæl og ynsktu heystinum vælkomnum í allarfagrasta summarveðri hendan morgunin. Vit sungu fyri sólini og lítlu Elsu og spældu gittar eina løtu, ímeðan vit hugnaðu okkum við vaflum. Ein sera hugnalig løta. < Les meira >

Úti í tí váta veðrinum

blog - 2
Vit hava í morgun verið úti í góðveðrinum. Tað var fullkomið veður til at njóta vatnið, av tí at tað var stilli og onki avfall Í løtuni hava vit Náttúru og tøkni, so gott høvi var at læra eitt sindur um vatn: hvat hendir, tá eg oysi úr kannu, nerti við tað, hoppi í hyljunum […] < Les meira >

Sansastimbran

blog - 2
Vit høvdu hendan dagin sansastimbran í gongini, har børnini gingu berføtt á ymsum undirlagi. Tað var sera ymiskt, hvat tey hildu um hetta – serliga mosan. Tað tók eisini eina løtu, áðrenn fleiri av teimum tordu betri at traðka í kørini. Børnini fingu fótabað á vesinum aftaná. Hetta dámdu øllum væl. < Les meira >

Maturin

blog - 2
Á dagstovninum á Argjum fáa vit breyð hvønn dag á døgurða. Hetta er eitt dømi um, hvussu maturin kann síggja út, tá hann er klárur at seta á tey trý borðini, vit nýta í Smæruni. Børnini njóta at fáa breyð, sum hevur stovuhita og at sleppa at velja, hvat tey vilja hava uppá. Eisini leggja […] < Les meira >

Garðdagur

blog - 2
Hugnin var í hásæti hendan dagin, har foreldur, børn og starvsfólk vóru saman í garðinum frá seinnaparti og til á nátturðatíð. Á skránni var hetta: Tónleikur Sápubløðrur Hoppiband Kasta bóltar á blikk Fallskíggi Leitan eftir gulli Karrybollar og rís Ísur Te, kaffi og saft at drekka   < Les meira >

Ruddingardagur

blog - 2
Vit hava tikið lut í ruddingardegnum í dag, við at rudda við Umhvørvisstovuna. Tað hildu vit, var so hóskandi. Vit fingu, sum tit síggja, upp í fullan beriposa. Harafturat eru vit í holt við at hjálpa stóru børnunum við at gerast meira sjálvstøðug, nú tey skulu í barnagarð eftir summarfrítíðina.   < Les meira >

Úrslit frá tøvingini

blog - 2
M.a. komu hesar vøkru myndirnar burtur úr tøvingini. Tey størstu børnini kliptu og avgjørdu eftir hugi og førimuni, hvussu myndin skuldi síggja út. < Les meira >

Skapandi evni liðugt

blog - 2
Nú er tíðarskeiðið, har vit hava havt um Skapandi evni liðugt, og vit fara nú inn í eitt nýtt tíðarskeið, har Siðir og mentan verður eitt høvuðsevni í mun til endamálsorðingina. Av og á verður Skapandi evni tó samantvinnað við hesum, so vit sleppa tí ikki heilt. Myndirnar, tit síggja, eru myndir frá ymsum døgum […] < Les meira >

Vit mála tunnuna

blog - 2
Í samband við at vit í endamálsorðingini nú fara í holt við Siðir og mentan, er Føstulávint ein siður, ið er afturvendandi á hvørjum ári, og tá eru børnini altíð við til at mála tunnuna, ið tey sjálvi skulu sláa. < Les meira >

Vika 8 – Tøving

blog - 2
Næstu tíðina er tøving á skránni í Smæruni. Ullin – bæði vát og turr, sápuvatnið og hitin á vatninum geva barninum sera nógvar sansaupplivingar, so hetta er nakað, ið vit meta, gevur barninum nógva gleði við at vera skapandi og forvitin.       < Les meira >

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irenat@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2019 >
July 08 - July 14
  • 08
    No events
  • 09
    No events
  • 10
    No events
  • 11
    No events
  • 12
    No events
  • 13
    No events
  • 14
    No events