Smæran
Smæran er ein vøggustova við 4 vaksnum og 12 børnum í aldurin 0–3 ár.

Í Smæruni leggja vit fyrst og fremst dent á, at børnini eru trygg í sínum umhvørvi, tí tað er tá tey mennast og læra best. Út frá hesum leggja vit aktivitetir og spøl, ið hóska til aldurin. Vit hugsa nógv um rørsluligu menningina hjá barninum og at tað kann sjálvt og vil sjálvt læra. Harafturat leggja vit dent á, at børnini sjálvi eru við til at velja og taka avgerðir, ið hóska til teirra aldur. Í september, oktober og november hava vit fokus á mál og samskifti.

Ruddingardagur

blog - 2
Vit hava tikið lut í ruddingardegnum í dag, við at rudda við Umhvørvisstovuna. Tað hildu vit, var so hóskandi. Vit fingu, sum tit síggja, upp í fullan beriposa. Harafturat eru vit í holt við at hjálpa stóru børnunum við at gerast meira sjálvstøðug, nú tey skulu í barnagarð eftir summarfrítíðina.   < Les meira >

Úrslit frá tøvingini

blog - 2
M.a. komu hesar vøkru myndirnar burtur úr tøvingini. Tey størstu børnini kliptu og avgjørdu eftir hugi og førimuni, hvussu myndin skuldi síggja út. < Les meira >

Skapandi evni liðugt

blog - 2
Nú er tíðarskeiðið, har vit hava havt um Skapandi evni liðugt, og vit fara nú inn í eitt nýtt tíðarskeið, har Siðir og mentan verður eitt høvuðsevni í mun til endamálsorðingina. Av og á verður Skapandi evni tó samantvinnað við hesum, so vit sleppa tí ikki heilt. Myndirnar, tit síggja, eru myndir frá ymsum døgum […] < Les meira >

Vit mála tunnuna

blog - 2
Í samband við at vit í endamálsorðingini nú fara í holt við Siðir og mentan, er Føstulávint ein siður, ið er afturvendandi á hvørjum ári, og tá eru børnini altíð við til at mála tunnuna, ið tey sjálvi skulu sláa. < Les meira >

Vika 8 – Tøving

blog - 2
Næstu tíðina er tøving á skránni í Smæruni. Ullin – bæði vát og turr, sápuvatnið og hitin á vatninum geva barninum sera nógvar sansaupplivingar, so hetta er nakað, ið vit meta, gevur barninum nógva gleði við at vera skapandi og forvitin.       < Les meira >

Vika 5 – Litlæra og máling

blog - 2
Vit fylgja endamálsorðingini hesa vikuna, við at mála og læra um litir. Vit byrja vikuna eitt sindur øðrvísi, so vit kunnu njóta kavan og ta  serligu sansauppliving, ið fæst við at nerta við og smakka uppá hann. Ístaðin fyri máling, nýttu vit tí fruktlitir til hetta endamálið. Máli- og teknimyndir eru frá týsdegnum og hósdegnum […] < Les meira >

Skapandi evni

blog - 2
Sambært endamálsorðingini seta vit fokus á skapandi evni í januar og februar. Hesa vikuna hava vit hugsavnað okkum við modellervoksi, ið verður tikið fram hvønn dag. < Les meira >

Kavaveður

blog - 2
Nøkur børn vóru úti í garðinum í hesum fantastiska góðveðrinum í morgun. Nú bar til at smakka uppá kavan og grava hann upp við gravkúgv og spaka. Ein genta stóð og peikaði eftir einari kráku, sum setti seg á takið, og ein kranabilur kom eftir jólatræsfótinum – hetta hildu børnini vera sera spennandi. < Les meira >

Vit vaska leikur

blog - 2
Vit arbeiða alt árið við at menna persónligar og sosialar førleikar. Undir hesum er ein sjálvsagdur partur sjálvbjargni og hjálpsemi. Nøkur børn vóru tí við at vaska leikur. Hetta halda tey vera stuttligt, og tey kenna seg hava týdning, tá tey sleppa at hjálpa til við gerandisuppgávunum. < Les meira >

Gerandisdagur í Smæruni

blog - 2

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2019 >
April
MTuWThFSS
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
2930