Smæran
Smæran er ein vøggustova við 4 vaksnum og 12 børnum í aldurin 0–3 ár.

Í Smæruni leggja vit fyrst og fremst dent á, at børnini eru trygg í sínum umhvørvi, tí tað er tá tey mennast og læra best. Út frá hesum leggja vit aktivitetir og spøl, ið hóska til aldurin. Vit hugsa nógv um rørsluligu menningina hjá barninum og at tað kann sjálvt og vil sjálvt læra. Harafturat leggja vit dent á, at børnini sjálvi eru við til at velja og taka avgerðir, ið hóska til teirra aldur. Í september, oktober og november hava vit fokus á mál og samskifti.

Sangløturnar í Smæruni

blog - 2
Í heyst og vetur hava vit sungið dúgliga, so at siga hvønn morgun, áðrenn vit hava etið breyð á døgurða. Vit á stovuni leggja stóran dent á, at sangløtan skal vera áhugaverd og geva børnunum nakað. Vit vilja geva børnunum møguleika at menna mál- og sangskattin, og læra tey at kenna gleðina og felagsskapin við at […] < Les meira >

Januar í kava

blog - 2
Hendan januar mánaðin hava vit notið so sera gott og drúgt kavaveður, og tí hevur verið dúgliga skreitt á stovninum. Hendan dagin vóru nøkur børn í nýggja garði og skreiddu, men nú varð gamla skreiðibreytin blivin so hál, at vit máttu gera okkum eina nýggja 🙂 < Les meira >

Siropskøkuhugni

blog - 2
Í morgun hava børnini sjálvi trýst siropskøkur úr deiggi, ið starvsfólkið í køkinum hevur gjørt. Síðani blivu hesar køkur bakaðar og á millummála høvdu vit siropskøkuhugna við el-stearinljósum og jólatónleiki. Hetta var ein sera hugnalig løta 🙂   < Les meira >

Farvæl summar og vælkomið heyst!

blog - 2
Eins og siður hevur verið síðstu árini, siga vit nú summarinum farvæl og bjóða heystinum vælkomnum. Hetta verður nevnt “Vafludagur” og hesa løtuna eru vit niðri í nýggja garði og fáa vaflur og okkurt at drekka afturvið. Ein góð løta við felagssangum og hugna. Deiligt at øll kunnu vera saman aftur! < Les meira >

Sandá

blog - 2
Vit ganga nógvar túrar fram við Sandá fyri tíðina 🙂   < Les meira >

Túrur oman í Sandá

blog - 2
Hendan dagin fóru vit ein túr við nøkrum av eldstu børnunum oman í Sandá, har tey sluppu at vassa, kasta steinar og brúka kroppin. Tað var bæði stuttligt og avbjóðandi fyri tey at gerast vát og gera sannroyndir um, hvussu t.d. vátir steinar eru hálir, ímeðan turrir steinar ikki eru. Eisini hildu tey tað vera […] < Les meira >

Í góðveðrinum í viku 17

blog - 2
Tá umstøðurnar eru, sum tær eru, so er gott við góðum veðri. Børnini kundu hendan dagin njóta náttúruna, við teirri eyka stimbran, ið fylgir. Vit tóku matpakkan við og ótu niðri við ánna, aftaná at hava vassað og kastað steinar. Hetta var ein av nógvum góðum løtum úti í viku 17. < Les meira >

Sólarkakao

blog - 2
  í dag eydnaðist tað okkum endiliga at halda sólarkakao saman við børnunum, ið er ein afturvendandi siðvenja á dagstovninum á Argjum. Vit bjóða sólini vælkomnari út aftur á Argir við at syngja nakrar sangir og fáa kakao og franskbreyð við smøri fyrrapartin úti í garðinum. Hetta var ein deilig løta í góðveðrinum í morgun. (Fleiri myndir) < Les meira >

Í høllini

blog - 2
  Stovnurin leigar høllina á Argjahamri annanhvønn mikudag. Endamálið við túrinum kann vera so ymist. Í vøggustovuhøpi er túrurin niðan og heimaftur ein stórur partur av tí at fara í høllina. Í dag tóku vit bussin niðan. Í høllini bóltaðu vit rút, gingu á bummi, spældu við bóltar, hoppaðu og spældu “Allir mínir høsnarungar”. Túrin oman […] < Les meira >

Seinsummar og vaflur í garðinum

blog - 2
Vit bóðu summarinum farvæl og ynsktu heystinum vælkomnum í allarfagrasta summarveðri hendan morgunin. Vit sungu fyri sólini og lítlu Elsu og spældu gittar eina løtu, ímeðan vit hugnaðu okkum við vaflum. Ein sera hugnalig løta. < Les meira >

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irenat@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2019 >
November 8
  • 08
    No events