Námsætlan


Skapandi evni

Endamálið er:

At barnið

  • mennir sína skapanargleði.
  • fær eyga á og virðismetir vakurleikan/estetikkin.
  • mennir hugflogið og evni til nýhugsan.
  • kann vísa síni skapandi evni við tilfari, leikum, dansi, tónleiki o.ø.

Tiltøk:

Rúmini eru innrættað við tí endamáli, at eggja barninum til at bera seg fram, skapa og brúka sítt hugflog .

Hetta verður gjørt við at:

  • hava ymiskt skapandi  tilfar og amboð í barnahædd,  hóskandi til barnsins menningarstig
  • barnið lærir at brúka ymiska tilfarið og amboðini
  • hava kveikjandi myndir á vegginum í barnahædd
  • hava leikur inni og úti, ið eru mennandi fyri skapandi evni og hugflog, soleiðis at barnið  kann byggja og skapa ymiskt, ið ikki er givið frammanundan.

Vit bjóða barninum ymiskar estetiskar upplivingar við list, náttúru og mentan.

Hetta verður m.a. gjørt við at:

  • vitja søvn og mentunarlig tiltøk
  • fara ymiskar túrar, har dentur verður lagdur á djúphugsan og at leggja til merkis
  • dansa, syngja, lurta eftir tónleiki, spæla sjónleik v.m.

Børnini  skulu eggjast til at greiða frá sínum skapandi arbeiði, royndum og upplivingum. Hetta verður gjørt fyri at fáa íblástur frá hvørjum øðrum og eggjar til at menna verandi arbeiði/evni.

Mál og samskifti

Endamálið er:

At barnið

  • ognar sær góðan føroyskan málburð
  • fær umstøður at ogna sær flest møguligar hættir at samskifta við
  • fær eina uppliving av bókstøvum, orðum, skrift, hugtøkum og symbolum
  • kann orða seg í spæli, sangi og søgu
  • dugir at brúka sítt kropsmál og andlitsbrøgd.

Tiltøk

Stovnurin er eitt málsligt mennandi umhvørvi har:

  • tøl, orð og bókstavir eru ein sjónligur partur av gerandisdegnum
  • barnið fær møguleika at skriva, lesa, telja o.s.fr.

Tann vaksni er ein málslig fyrimynd fyri barnið, og tí er neyðugt at tann vaksni

  • gevur sær stundir til at práta við børnini
  • hugsar um egnan málburð og brúkar eitt jaligt, virðiligt og fjølbroytt orðaval og rættar bendingar.

Í okkara virksemi hava vit javnan:

  • sang, rím, ramsur og skjaldur, søgur og skemt
  • samlingar til viðgerð av ymiskum evnum, kunning, samtalu, sangi, spæli o.a.

Vit leggja dent á:

  • at barnið fær møguleika at siga frá sínum hugsanum, tørvi, kenslum, ætlanum og  avgerðum við at samskifta jaligt og virðiligt við onnur børn og vaksin
  • at øll børn  fáa hjálp til samskifti, hóskandi til teirra tørv.

Nøkur børn læra málið betur kropsliga, sansaliga og við at minnast tað, tey síggja. Tað er okkara uppgáva at finna vegin til málsligu menningina hjá tí einstaka barninum.

Kroppur og heilsa

Endamálið er:

At barnið:

  • mennist rørsluliga og sansaliga
  • fær eina góða kropsfatan
  • verður tilvitað um heilsugóðan kost
  • gerst varugt við týdningin av reinføri
  • fær hvíld.

Tiltøk:

Stovnurin skal vera eitt rørsluliga og sansaliga avbjóðandi umhvørvi bæði innandura og uttandura, har barnið fær møguleika at, og verður styrkt við at:

  • Reiggja á ymiskar mátar, klíva, ganga á ósløttum lendi, venja javnvág, spæla bólt, sápubløðrur, súkkla v.m.
  • Spæla við tilfar við ymiskum samansetingum og formi, s.s vatn, sand mold, rís, mjøl, deiggj, máling, leir o.a. 
  • Spegla sær, síggja/spæla við ymiskt tilfar um mannakroppin bæði innaní og uttaná
  • lata seg í og úr.

Heilsugóður kostur

Tey vaksnu skulu vera tilvitað um heilsugóðan kost og at geva børnunum góðar matvanar. Soleiðis at børnini hava orku til at mennast.

Børnini skulu somuleiðis blíva tilvitað um heilsugóðan kost, og hvat góður matur ger við teirra krop.

Sansir

Fyri at styrkja um rørslu, sansaskipanina og javnvágina hjá børnunum, skulu børnini ganga á ymiskum lendi, steinum, klintra, ganga gjøgnum sítt gras, kava v.m.

Somuleiðis skulu vit hava amboð til at menna grovrørslur innandura og uttandura, t.d. bóltar til ymiskt endamál.

Og amboð at menna fínrørslulagið, sum t.d. deiggj, vatn, perlur, máling, skrúvuamboð, ymiskt at trýsta v.m.

Tann vaksni skal :

Seta orð á ymiskar kropslutir í gerandisdegnum og gjøgnum spæl.

Verða tilvitað um, at kropsligt samband er ein týdningarmikil partur av sansaskipanini hjá barninum.

Reinføri  hevur týdning fyri sosiala lívið hjá barninum, minkar um smittuvanda og betrar harvið heilsuna.

Frísk luft er somuleiðis heilsufremjandi.

Tí skulu vit leggja dent á

  • at vaska sær um hendurnar áðrenn máltíðirnar, aftaná at vit hava verið á vesi og annars eftir tørvi
  • Hava fríska luft inni
  • at børnini dagliga eru úti og spæla.

Náttúra og tøkni

Endamálið er:

At barnið:

  • fær møguleika at nema sær kunnleika um náttúru og náttúrufyribrigdi
  • fær møguleika at nema sær kunnleika innan alis-, evnafrøðiligar og matematiskar spurningar/hugtøk
  • lærir at ferðast í náttúruni og virða djór, vøkstur og umhvørvi.

Tiltøk:

Stovnurin hevur eitt fjølbroytt uttanduraumhvørvi, har vit hava sett blómur, runnar, kryddplantur og rabarbur niður.

Ein partur av garðinum er meira hagakendur, har blómur, gras og lyngur sleppur at vaksa, og har smákykt liva. Hetta eru børnini dagliga ein partur av, líkasum tey eru partur av tí føroysku náttúruni.

Inni hava vit bøkur um djór, plantur o.a.

Skipað tiltøk:

  • túrar í nærumhvørvinum t.d. Sandágerð, Sandá, í hagan og umhvørvið beint uttan um garðin
  • verkætlanir, ið kunnu snúgva seg um ávís djór, árstíðir, vatn o.a. har børnini fáa høvi at granska ymiskt í náttúruni ella á stovninum
  • Grækarismessuhald, har vit saman brenna bál, syngja tjaldurssangin og eta saman
  • Stovnurin hevur ymiskt tilfar s.s. ymisk íløt, vektir, lodd, rís, sand og vatn. Soleiðis  fáa børnini møguleika at arbeiða við rúmd, tyngd, ymiskum formum og støddum.

Tann vaksni skal:

  • Geva sær stundir at kanna nágreiniliga saman við børnunum og práta við tey um ymiskar spurningar, sum taka seg upp
  • vera ein góð fyrimynd og fara væl um í náttúruni
  • kunna vera úti í nærum øllum veðri saman við børnunum
  • kunna loyva barninum at hugdýpa seg og gera egnar royndir (vera aftanfyri)
  • kunna stuðla undir virksemi hjá barninum, tá hetta er neyðugt (vera við síðuna av)
  • kunna vísa á eitthvørt til at skapa forvitni/áhuga (vera frammanfyri).


Persónligir førleikar

Endamálið er:

At barnið lærir

  • Innliving, so barnið er ført fyri at seta seg inn í støðuna hjá øðrum
  • Sjálvvirðið. Barnið upplivir; eg eri, sum eg eri, og tað er gott
  • Tolsemi. Barnið lærir at rúma ymisleikum
  • Dirvi. Barnið torir at taka ímóti avbjóðingum
  • Skapanarevni. Barnið lærir at finna loysnir á avbjóðingum
  • Sjálvbjargni. Barnið hevur ávirkan á sín dag og sítt lív á dagstovninum.

Tiltøk

Stovnurin er eitt mennandi umhvørvi, har:

  • Arbeiðið er væl skipað
  • Tann vaksni hevur eina góða og sunna barnaáskoðan, ið er í tráð við málini á stovninum

Starvsfólkið er ein fyrimynd fyri barnið, og tí er neyðugt at, tað:

  • Hevur umsorgan, er siðiligt og positivt í orð, talu og gerðum
  • Virðir og rúmar børnum og sínum starvsfeløgum.

Í okkara virksemi hava vit javnan:

Virksemi, har barnið sleppur at royna seg sjálvt og hava ávirkan á sítt lív.

Vit leggja dent á:

  • At lurta eftir barninum og teirra vilja
  • Sjálvsøkni og felagsskap
  • Rúma teimum og nøkta teirra tørv.


Sosialir førleikar

Endamálið er:

At barnið

  • Sær seg sjálvt sum ein part av bólkinum
  • Dugir at virða onnur, og at vit øll eru ymisk
  • Dugir at vísa umsorgan fyri sær sjálvum og øðrum
  • Megnar at spæla saman við øðrum
  • Megnar at samskifta við onnur á hóskandi hátt og siga frá.

Tiltøk

Stovnurin er eitt sosialt mennandi umhvørvi har:

  • Vit hava tiltøk, leikur og onnur amboð, sum eru við til at stimbra menningina hjá børnunum
  • Vit eru virðilig bæði í talu og atburði ímóti børnum, foreldrum og starvsfólkum.

Tann vaksni er ein góð fyrimynd fyri barnið, og tí er neyðugt, at tann vaksni hevur fólkaligan og siðiligan atburð.

Í okkara virksemi hava vit javnan:

  • Virksemi, har vit læra at vera saman, loysa ósemjur og vísa virðing fyri hvørjum øðrum.

Børn við góðum sosialum førleikum fáa fleiri vinir, tey vera glað og styrkja um sína sjálvsfatan og sjálvsálit. Tey fáa fleiri sambond, sum styrkir um trivnaðin.

Siðir og mentan

Endamálið er:

  • at børnini gjøgnum ymisk og afturvendandi tiltøk fáa høvi til at uppliva og læra um mentan í Føroyum og her á stovninum.

Tiltøk:

Vit leggja dent á, at børnini læra um serføroyskar merkisdagar v. m.

Skipað verður m.a. fyri:

  • Grækarismessuhaldi
  • at tekna og tosa um Merkið dagarnar undan flaggdegnum
  • føroyskum dansi
  • lærandi løtur um tjóðarblómuna Sóljuna, og tjóðfuglin Tjaldrið.
  • sangløtum.

Vit fara til ymisk mentunarlig tiltøk/støð sum t.d.

  • Konsertir
  • Sjónleik
  • Framsýningar
  • Søgulig støð
  • Minnisvarðar/standmyndir
  • Ymisk søvn

Uppskot til støð/túrar:

  • Fornminnisavnið, Listasavnið, Kirkjubø, Boysensgarður,  Smiðan í Lítluvík, Østrøm, Norðurlandahúsið, Skansin, Tingið, Tinganes, Argjaskot, Risastova, Andrass á Argjum, Bókasavnið, Kongavarðarnir, Reynsmúlalág.

Stovnsmentan

Stovnurin hevur eisini síni egnu afturvendandi tiltøk m.a.

Sólarkaffi, tá sólin aftur skínur inni í okkara garði.

Hugnadagur í maj/juni saman við foreldrum.

Summarveitsla /garðdagur.

Ítróttardagur.

Valdøgurðar.

Páskir.

Føstulávintshald og føroyskur dansur.

Grækarismessuhald.

Flaggdagur.

Árlig útferð við børnum.

Føðingardagur stovnsins.

Felags foreldrafund í oktober.

Jólaveitsla.

Eisini skipa vit sjálv fyri sjónleikum o.ø. í barnagarðinum, har antin starvsfólkið ella børnini framføra. Av og á, til serlig høvi, fáa vit vitjan av onkrum, sum framførir sjónleik, dukkusjónleik ella annað undirhald.

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266618
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2018 >
January
MTuWThFSS
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
293031