Ráðleggingardagur 26. september

26/09/2019 All day

Hósdagin 26. september verður ráðleggingardagur á Dagstovninum á Argjum.
Stovnurin tekur ikki ímóti børnum hendan dagin.

Evnið hesaferð verður “spæliumhvørvið hjá børnum”. Vit fara á Skeið hjá Trude Anette Brendeland, sum á skeiðinum m.a. fer at leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit vaksnu hava vitan um og skilja hvussu neyðugt tað er, at barnið hevur eitt “ríkt spæliumhvørvi”, og hvussu neyðugt tað er, at vit skapa góð og mennandi rúm til spæl.