Vit liggja sera væl fyri, í einum øki á Argjum, har tað er stutt til m.a. Sandá, Sandagerð, Sjósavnið, Sparkivøll, AB vøllin, fríøkir, spælipláss og haga.
Busssambandið er gott, tí bæði leið 1 og 3 steðga stutt frá stovninum.
Vit hava brúk fyri námsfrøðingum, sum ynskja at arbeiða saman við royndum og dugnaligum starvsfólkum, á einum vælvirkandi stovni.
Freistin at søkja er hósdagin 4. juni. (sí leinkju niðanfyri)