Kunning um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu komandi tíðina 06/05/20 - Dagstovnurin á Argjum

01. mai 2020
Løgmaður boðaði í gjár frá, at ferð aftur verður sett á samfelagið. Flest øll skulu nú aftur til arbeiðis frá mánadegnum 4. mai. Eisini fara fleiri skúlanæmingar aftur í skúla, og í mesta lagi 50 fólk kunnu verða savnað saman. Frástøðan uppá tveir metrar verður varðveitt.
Viðvíkjandi dagstovnaøkinum varð fráboðað, at kommunurnar saman við Koronaráðgevingini eru farnar undir at skipa virksemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn so skjótt sum gjørligt.
Vegna allar kommunurnar fer Kommunufelagið saman við Koronaráðgevingini fyrst í næstu viku at viðgera dagførdar vegleiðingar soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum og so skjótt, sum til ber.
Nýggj vegleiðing til dagstovnarnar verður sostatt væntandi tøk í næstu viku, og tí eru verandi vegleiðingar enn galdandi og óbroyttar. Virksemið á stovnunum í Tórshavnar kommunu í næstu viku verður tí eisini so, sum tað longu er fyrireikað og fráboðað.
Viðvíkjandi virkseminum á dagstovnunum verður mælt til framhaldandi at skipa virksemið í smærri bólkum, og at bólkarnir – í tann mun, tað er gjørligt – eru fyri seg sjálvan ígjøgnum dagin. Eisini verður mælt til, at børnini í so stóran mun, tað er møguligt eru uttandura, so at tey ikki øll eru á stovuni samstundis.
Dagstovnarnir skipa sítt virksemi so væl sum gjørligt innan fyri teir karmar, sum dagstovnurin hevur. Tað eru bæði viðvíkjandi hølum og starvsfólkum.
Tá ið nýggju vegleiðingarnar eru tøkar væntandi í næstu viku, verður støða tikin til, hvussu tilgongdin at fáa øll børn aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum verður skipað ta næstu tíðina.
Kommunan vónar, at foreldur, sum bíða eftir plássi til barnið, vísa tolni og skilja støðuna. Tá ið klárt er at lata upp fyri at fáa fleiri børn inn, verður kunnað um tað.