Kunning frá kommununi í sambandi við tilmelding til viku 18 og 19

22/04/20 - Dagstovnurin á Argjum

Tórshavnar kommuna,

Barna- og ungdómsdeildin

 

Vit halda fast við skerdum virksemi og varligari upplating

Vit eru miðskeiðis í fyrstu vikuni eftir, at dagstovnaøkið varliga er opnað aftur og neyðugt er at taka støðu til næstu vikurnar. Gerandisdagurin er broyttur hjá børnum og starvsfólkum. Nýggja støðan krevur tíð, umhugsni og møguliga broytta raðfesting. Arbeiðsuppgávurnar eru broyttar t.d. við vasking, spritting, serligum varsemi við krops sambandi og nýggjum bólkum av børnum á stovnunum. Tað eru í miðal áleið 40 % av børnunum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu hesa fyrstu vikuna.

Tilmeldingarhátturin verður broyttur til næstu tvær vikurnar. Foreldur skulu boða skrivliga frá við telduposti til dagstovnaleiðaran, um teirra ynski til næstu tvær vikurnar. Niðanfyri er ein frágreiðing um, hvussu hetta fer fram.

  • Freistin hjá foreldrunum at senda inn ynski um dagstovnapláss komandi tvær vikurnar er á miðnátt 23.04.2020.
  • Foreldrini skulu útfylla skjal, ið skal sendast umvegis teldupost til stovnaleiðaran á stovninum
  • Skjal, sum foreldrini skulu útfylla er viðheft í teldupostinum
  • Dagstovnaleiðarin vendir aftur til foreldrini við svari uppá umbønina umvegis tlf. ella á skrift
  • Tað er ein fortreyt, at hølis- og starvsfólkaviðurskifti eru til taks til dagstovnavirksemið og tí verður verandi støða á dagstovnaøkinum tikin til eftirtektar, í mun til umbønirnar frá foreldrunum
  • Mett verður, at dagstovnaøkið í mesta lagi megnar at havaí miðal umleið 50 % av hvørjum barnabólki á stovninum í senn
  • Verður tilmeldaða barnatalið á einum stovni ella í einum barnabólki hægri enn stovnurin megnar, so skipar dagstovnaleiðarin fyri, at foreldur fáa eitt tillagað dagstovnatilboð
  • Ein stova ella ein stovnur kann tískil bjóða ávísum barnabólkum hálvt dagstovnapláss, fyri at hava skynsama stødd av barnabólkum á stovninum í senn, soleiðis at hesir samsvara í mun til ásetingar um hølir og starvsfólk
  • Dagstovnaleiðarin skipar virksemið og tekur avgerð um, nær barnið kann vera á stovninum stovninum, um hetta er t.d.:
    • fullan dag
    • hálvan dag
    • annað hvønn dag
    • eina viku og má vera heima hina vikuna
  • Umstøðurnar kunnu vera ymiskar viðvíkjandi hølum og starvsfólkum á einstøku stovnunum og á einstøku stovunum, tí kann vera ymiskt hvat slag av dagstovnaplássi ávísa barnið fær t.v.s. fult ella skert dagstovnapláss

Seinastu vikurnar hava verið merktar av, at støðan í samfelagnum og tískil eisini á dagstovnaøkinum hevur verið í støðugari broyting. Fyrivarni skal tí takast fyri, at støðan aftur kann broytast. Hetta skriv er bygt á verandi støðu, har vit halda fast í eina varliga upplating av dagstovnaøkinum og fylgja verandi tilmælum frá myndugleikunum. Herðast ella linka tilmælini, vera tillagingar gjørdar, so at vit fáa fyrireika og arbeitt undan á dagstovnaøkinum.

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irenat@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2020 >
August
MTuWThFSS
     12
3456789
10111213141516
17181920212223
24252627282930
31