Kunning í sambandi við at dagstovnarnir lata uppaftur 15/04/20 - Dagstovnurin á Argjum

Fyri páskir boðaði landsstýrið frá, at dagstovnar lata upp mánadagin 20. apríl 2020. Eisini boðaði landsstýrið frá, at foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava børn síni heima.
Í løtuni fyrireikar Tórshavnar kommuna, hvussu vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar lata upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast. Í hesum sambandi hevur Koronaráðgevingin hjá landsstýrinum gjørt vegleiðing um, hvussu dagstovnarnir lata upp stigvíst og varliga,
sí leinki.
Liður í fyrireikingunum er, at foreldur beinanvegin og í seinasta lagi hósdagin 16. apríl 2020 kl. 12.00 skulu boða kommununi frá, um tey hava tørv á, at barn teirra kemur á stovn í næstu viku, tvs. tíðarskeiðið 20.-24. apríl.
Tilmeldingarskjal er tøkt á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu
www.torshavn.fo. Har verða foreldur eisini biðin um at upplýsa, hvørjar dagar tørvur er á, at barn teirra er á stovni og nær á degnum. Hetta so, at kommunan kann skipa tilboðið best møguligt.
Væntandi verður nýggj tilmelding gjørd fyri tíðarskeiðið 27. apríl-1. mai 2020. Kunnað verður um tað seinni.
Foreldragjald
Væntandi verður dagstovnagjaldið fyri apríl endurgoldið foreldrunum. Málið kemur fyri á býráðsfundi síðst í apríl.
Nú dagstovnarnir lata uppaftur stigvíst, verður foreldragjald goldið sambært vanligu reglunum.