Kunning frá Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra og Beintu Dalbø, leiðara í Barn-og ungdómsdeildini

04/10/19 - Dagstovnurin á Argjum

Góðu starvsfólk á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu

Broytingar í leiðslubygnaðinum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu hava seinastu vikurnar verið umrøddar í miðlunum. Vit vilja við hesum skrivi greiða frá teimum broytingum, ið ætlanin er at fremja viðvíkjandi leiðslubygnaði og øktari normering til stovnarnar.

Dagstovnaøkið hevur tvær høvuðsavbjóðingar, sum krevja at verða loystar. Hesar avbjóðingar eru ikki nýggjar.

Ein høvuðsavbjóðing eru arbeiðsumstøðurnar á stovnunum. Starvsfólkanormeringin hevur ikki fylgt við øktu krøvunum til námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum. Hetta eru krøv, sum koma frá øðrum myndugleikum, frá broyttum samfelagsviðurskiftum, frá broyttum væntanum til tænastuna.

Ein onnur høvuðsavbjóðing er bygnaðarlig. Kommunan hevur ábyrgd av at tryggja námsfrøðiligu tænastuna á øllum stovnunum í kommununi, so at øll børn og foreldur kunnu fáa eina javnt góða tænastu. Fjarstøðan millum stovnarnar og umsitingina er alt ov stór.

Avleiðingar av verandi normeringum og bygnaði eru, at verri og verri er hjá kommununi, stovnsleiðarunum og starvsfólkunum at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna. Ítøkiliga arbeiðsumhvørvið hjá leiðslu og starvsfólki gerst av tí sama verri. Hetta hevur í fleiri førum havt við sær álvarsliga strongd, sjúkrafráverur, ónøgdsemi bæði millum leiðslu, starvsfólk og foreldur, skiftandi starvsfólk og kenslu av ikki at megna arbeiðið á nøktandi fakligum støði.

Økt normering og bygnaðarbroyting hanga saman

Fíggingin av øllum námsfrøðiliga virkseminum á dagstovnum, frítíðarskúlum og ungdómsklubbum í Tórshavnar kommunu verður gjørd við grundarlagi í útrokningarlykli, har ávís játtan verður latin stovnunum pr. barn. Játtanin verður roknað út eftir miðaltali av rakstrarútreiðslunum á øllum økinum.

Síðani 2002 eru starvsfólkanormeringarnar á vøggustovum (0-3 ár) og barnagørðum (4-6 ár) óbroyttar. Frítíðarskúlanormeringin lækkaði í 2010, tí at tímatalið hjá 1. og 2. flokki í fólkakúlanum vaks. Tímatalið hjá 1. og 2. flokki í fólkaskúlanum er í ár lækkað nakað og summarferian longd. Leiðslunormeringin varð lækkað í 2011.

Hesin útrokningarlykil skal endurskoðast, so hann betri svarar til veruligu krøvini og veruligu umstøðurnar. Vit hava gjørt uppskot og útrokningar til at økja normeringina til komandi fíggjarætlan, so at fleiri tímar koma til børnini.

 

Ymsir mátar eru at gera tað uppá. Endamálið skal vera, at broytingin ger størstan mun soleiðis, at meira tíð er til børnini og námsfrøðiliga arbeiðið.

Arbeiðið at økja normeringarnar verður gjørt saman við politisku skipanini, dagstovnaleiðarum og álitisfólkum á dagstovnaøkinum, so at øll kunnu geva sítt íkast til at fáa besta úrsliti burturúr. Hetta arbeiðið er ikki liðugt, og tí ber ikki til hjá okkum at seta krónutal ella tímatal á øktu normeringina í skrivandi stund.

Økta normeringin skal koma í gildi 1. januar 2020. Økta normeringin er fyrsta stig í at endurskoða fíggingina av dagstovnaøkinum sum heild fyri tey komandi árini.

Tí tað er neyðugt

Vit bæði hava sum trivnaðarstjóri og deildarleiðari á økinum lagt uppskot um eindarleiðslu fram, tí neyðugt er at framtíðartryggja dagstovnaøkið. Uppskotið um eindarleiðslu merkir í stuttum, at 7-8 stovnar verða skipaðir sum stovnar í eind undir einum eindarleiðara.

Fleiri eftirmetingar eru gjørdar av líknandi leiðslubygnaði í Danmark. Uttan at samanbera dagstovnatilboðið annars, so vísa hesar eftirmetingar m.a., at við eindarleiðslu ber betri til at styrkja fakligu/námsfrøðiligu leiðsluna. Eindarbygnaðurin tryggjar eisini betri fakligt og tvørfakligt samstarv millum stovnar og eindir og upp gjøgnum skipanina.

Broytingin úti á stovnunum er fyrst og fremst, at stovnsleiðarin fær meira og betri tíð og umstøður at leiða arbeiðið á stovninum og tryggja, at arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum gerast betri. At starvsfólkini fáa fleiri tímar til børnini og námsfrøðiliga arbeiðið er eisini avgerandi fyri, at eindarleiðarin, stovnsleiðarin og starvsfólk saman megna at lyfta tænastuna og trivnaðin.

Stovnsleiðarin stendur ikki longur einsamallur við allari leiðsluuppgávuni, tí eindarleiðarin tryggjar nærleiðslu og betri samanhang í allari skipanini. Hetta gevur betri námsfrøðiliga leiðslu á stovnunum og betri tænastu og nøgdsemi. Hetta ger eisini, at starvsfólk støðast betri á dagstovnaøkinum.

Eindarbygnaðurin skapar harumframt størri felagsskap millum stovnarnar, har man í samstarvi lærir av hvørjum øðrum. Royndirnar vísa, at nógv størri fokus verður lagt á námsfrøðina og tað námsfrøðiliga arbeiðið við børnunum, tí at í eindini ber til at arbeiða við munum í dygdini og harvið at lyfta fakliga støðið.

Hóast at normeringin nú verður økt, so er tað ikki uttan týdning, at eindarbygnaðurin gevur betur yvirlit yvir fíggingina soleiðis, at til ber at fáa meira burturúr fíggingini. Hetta ger, at stovnarnir í eindini og hvør sær standa sterkari fíggjarliga eitt nú i sambandi við útreiðslur til langtíðar sjúkrafráverur ella um stovnurin ynskir at arbeiða við ávísari menningarætlan v.m.

Álitisfólkini eru við

Síðstu vikurnar hava verið fundir við dagstovnaleiðararnar um ætlaðu broytingarnar. Fundur hevur eisini verið við álitisfólkini, og nýggjur fundur við álitisfólkini verður mánadagin 7. oktober. Fundir hava eisini verið við Pedagogfelagið. Fundir eru eisini í politisku skipanini um málið.

Komandi tíðina verða enn fleiri fundir, har dagstovnaleiðarar og álitisfólk saman við umsitingini arbeiða víðari við ítøkiligi broytingunum, og at neyðug tíð verður sett av til tað.

Tað er týdningarmikið fyri okkum, at øll eru við í hesi arbeiðstilgongd og at øll eiga lut í úrslitinum. Vit vilja, at øll kenna seg trygg við broytingarnar, og at øll eru hoyrd.

Tórshavn, 4. oktober 2019

Vinaliga

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri

Beinta Dalbø, leiðari á Barna- og ungdómsdeildini

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irenat@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2019 >
December
MTuWThFSS
      1
2345678
910
  • 15:30 -17:00
    10/12/2019

    Týsdagin 10. desember verður jólahald fyri børnunum kl. 10 og jólahugni fyri foreldrum og systkjum kl. 15:30

1112131415
16171819202122
23242526272829
3031