Virksemið á Dagstovninum á Argjum í desembermánaði

28/11/18 - Dagstovnurin á Argjum

Góðu foreldur

 

Í desembermánaði, fara vit at gera ymiskt jólaligt virksemi saman við børnunum. Niðanfyri fáa tit eitt yvirlit yvir tað, sum fer at henda.

Mánadagin 3. desember, týsdagin 4. desember og hósdagin 6. desember fara allar stovurnar at hava jólaverkstøð frá kl. 9:30 – 10:30 við ymiskum virksemi, sum børnini kunnu taka lut í.

Týsdagin 4. Desember lata vit harmonikuhurðina upp ímillum Akkuleyuna og kaffistovuna og so verður “kalt borð” frá kl. 11:00, har øll børnini á stovninum eta saman.

Mikudagin 5. desember verður kirkjugongd í Argja kirkju kl. 10:00 fyri teimum trimum dagstovnunum, sum eru á Argjum. Bergur Debes Joensen, prestur, hevur gudstænastuna. Um tit ikki ynskja at barn tykkara fer í kirkju, sigið so frá á stovuni, har barnið gongur.

Fríggjadagin 7. Desember pynta børnini og tey vaksnu sína stovu við tí, sum tey hava gjørt á jólaverkstaðnum.

Jólahaldið fyri børnini verður týsdagin 11. Desember kl. 9:30 og jólahugni fyri foreldur og systkin verður frá kl. 15:30 – 17:00. Skrá fyri dagin kemur seinni.

Hvønn mikumorgun í desember mána, frá kl. 8:00 – 9:00, fáa børnini bollar og kakao.

Í viku 51 skulu børnini hava matpakka við. Hevur barn tykkara frí onkran av døgunum í hesi vikuni, vilja vit heita á tykkum um at siga frá á stovuni, har barnið gongur.

Stovnurin er stongdur í millum jól og nýggjár og er opin aftur mikudagin 2. januar 2019.

Vit á Dagstovninum á Argjum vilja ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár og takka fyri alt í brátt farna ári.

 

Bestu heilsanir

Irena Tróndheim, leiðari

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2018 >
December
MTuWThFSS
     12
3456789
10111213141516
17181920212223
24252627282930
31