Betri vinir (Fri for mobberi)

20/09/18 - Dagstovnurin á Argjum

Kunning!

 

Góðu foreldur

Fyri okkum á Dagstovninum á Argjum hevur tað nógv at siga, at børnini á stovninum trívast og mennast, og tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin og menningina hjá børnum, at tey kenna seg at verða partur av einum jaligum barnafelagsskapi.

Hesar umstøður hava tey vaksnu ábyrgdina av at skapa, og í hesum sambandi hevur tað tí eisini týdning, at vit gera brúk av viðkomandi námsfrøðiligum amboðum, sum kunnu lætta um hetta arbeiðið og sum harafturat eisini kunnu verða við til at fyribyrgja happing.

Í Danmark hevur Mary Fonden og Red Barnet staðið fyri eini fyribyrgjandi verkætlan í móti happing, sum verður kallað Fri for Mobberi. Hendan verkætlan er nú eisini komin til Føroyar og hevur fingið heitið Betri vinir. Barnabati, saman við Mary Fonden og Red Barnet, stendur fyri verkætlanini í Føroyum, sum eisini er stuðlað av Mentamálaráðnum og Føroya Pedagogfelag.

Á donskum finst námsfrøðiliga tilfarið í Fri for Mobberi bæði til vøggustovubørn, barnagarðsbørn og skúlabørn. Í Føroyum hevur mann tó í fyrsta umfari valt at umseta tilfarið til barnagarðsbørn, umframt at mann í ávísan mun eisini hevur tillagað tað til føroysk viðurskifti.

Á okkara stovni eru vit samd um, at hetta er ein verkætlan, sum vit hava brúk fyri, og sum vit kunnu fáa gleði av. Vit ynskja at skapa eina mentan á stovninum, sum kann verða við til at geva børnunum bestu fortreytir fyri trivnaði og menning, har tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi eru virðir, sum vit ynskja at bæði børn, starvsfólk og foreldur hava við sær í lívinum. At námsfrøðiliga tilfarið, sum er ment í sambandi við hesa verkætlan, haraftur er umsett og tillagað føroysk viðurskifti, ger tað uppaftur betri.

Námsfrøðiliga tilfarið, sum hoyrir til Betri vinir, er savnað í einum kufferti, sum kemur at liggja inni á barnagarðsstovunum. Tit foreldur eru sjálvandi vælkomin at hyggja eftir tilfarinum, og spyrjið endiliga, um tit hava spurningar. Í tilfarinum er m.a. ein bamsa, sum verður nevnd Bamsuvinurin. Harafturat eru eisini minni bamsur, sum hvørt einstakt barn fær til ognar. Treytin er tó, at bamsan býr í barnagarðinum, t.v.s. at hon fer ikki heim við barninum. Endamálið við bamsuvininum er, at børnini t.d. kunnu brúka bamsuna sum troyst ella tryggleika, um tey hava tørv á tí.

Tá børnini fáa bamsurnar, er tað vanligt, at stovnurin skipar fyri einum “Event”, í sambandi við at bamsurnar flyta inn á stovnin. Ætlanin er at gera hetta hósdagin í komandi viku og harvið verður hol sett á verkætlanina, sum vit framyvir ynskja at arbeiða við.

Hóast tilfarið til vøggustovubørnini enn ikki er umsett til føroyskt, so kunnu starvsfólkini í vøggustovunum tó verða við á tann hátt, at tey hava tey fýra grundvirðini í Betri vinir: tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi í huga, tá tey arbeiða og eru um børnini. Harafturat fáa vøggustovubørnini eisini hvør sína bamsu, umframt at okkurt av tilfarinum til barnagarðsbørnini eisini kann brúkast til vøggustovubørn.

Á ráðleggingardegnum, sum var í apríl, fingu vit undirvísing í Betri vinir. Tað tekur tó tíð at koma at kenna tilfarið og finna út av, hvønn arbeiðshátt hvør stova ynskir at brúka, sum egnar seg til júst tann bólkin av børnum.

Tá ein tíð er fráliðin, og vit eru blivin meira von at arbeiða við tilfarinum, er ætlanin at kunna tykkum um, hvussu tað gongur. At enda vilja vit heita á tykkum um at hugsa um tey fimm ráðini til foreldrini, sum eru nevnd niðanfyri.

Vónandi taka tit væl í móti hesi verkætlan.

Vegna starvsfólk og leiðara

Irena Tróndheim

Fimm Ráð til foreldur

  1. Stuðla tínum barni at spæla við fleiri børn í vøggustovuni/dagrøktini. Tað gevur royndir at hava ymiskar spæliupplivingar við nógv ymisk børn. Samstundis ert tú við at tryggja, at øll børn í bólkinum hava spæliavtalur – og harvið eitt pláss í felagsskapinum.
  2. Tosa pent um hini børnini í vøggustovuni/dagrøktini og um teirra foreldur. Negativ orð um barnagarðsvinir ella skúlavinir hjá tínum børnum kunnu elva til agg ímóti ávísum børnum. Stuðla heldur tínum barni í at vera positivt og opið fyri øllum. Dugir tú t.d. nøvnini hjá vinunum? Siga tit ”hey” við øll børn og vaksin, tá tú fert við og eftir barninum hjá tær?
  3. Tak væl ímóti nýggjum børnum. Vit menniskju hava tørv á hvørjum øðrum. Sosialir samanhangir eru við til at skapa okkum og geva okkum okkara samleika, og tí kann útihýsing niðurbróta eitt menniskja. Í heiminum hjá børnum kann kenslan av at hoyra til koma undir trýst, um ikki botnur er lagdur undir ein góðan felagsskap, ella um tann verandi sosiala støðan verður hótt.
  4. Eggja tínum barni at siga frá og at stuðla og verja vinir, ið ikki kunnu verja seg sjálvar. Børn, ið kenna seg uttanfyri barnabólkin, hava tørv á stuðli og innbjóðingum frá góðum vinum. Børn, sum eru góð at hjálpa, troysta og verja onnur, ”veksa” innaní – og uttaná!
  5. Ver opin og positivur, tá onnur foreldur tosa um trupulleikar hjá børnum teirra. Tað er viðkvæmt at reisa seg á einum foreldrafundi og siga, at títt barn ikki hevur tað gott í barnagarðinum ella skúlanum og hevur tørv á spæliavtalum og vinum. Tað er lættari, um hini foreldrini vilja lurta og eru opin.

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2018 >
December
MTuWThFSS
     12
3456789
10111213141516
17181920212223
24252627282930
31