Námsfrøðingur til Dagstovnin á Argjum

06/03/18 - Dagstovnurin á Argjum

Tórshavnar kommuna søkir eftir námsfrøðingi vegna Dagstovnin á Argjum.

VIT SÓKNAST EFTIR:
Námsfrøðingi fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi at starvast í barnagarðsstovu 25 tímar um vikuna, frá áleið 16. apríl 2018 til 14. juli 2019.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

DAGSTOVNURIN Á ARGJUM
LEGGUR MILLUM ANNAÐ DENT Á:


fólkaræði og sjálvbjargni

opinleika og tolsemi

virðing og trivnað

góðar relatiónir

felags ábyrgd

samstarv

kropp og rørslu


VIT VÆNTA, AT TÚ:

hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið
á stovninum

hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

ert ágrýtin og tolin, og hevur hug og evni at skapa
ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag
fyri einstaka barnið

megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og
avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita
yvirlitið, tá ið á stendur


Vit síggja tað sum eina styrki fyri trivnaðin og fakligu dygdina á stovninum, at starvsfólk tora at undrast, seta spurningar, siga sína hugsan og kjakast um ymisk evni, sum hava bæði fakligan, menniskjansligan og samfelagsligan týdning.

ØKIÐ RUNDAN UM STOVNIN
Umframt stóra garðin, so er stovnurin eisini umgyrdur av áhugaverdum støðum, sum vit javnan vitja saman við børnunum. Nevnast kunnu m.o. Sandá, Sandágerð, Sjósavnið, AB vøllurin, sparkivøllurin, Kongavarðarnir og hagin rundan um.

Busssambandið er gott, tí bæði leið 1 og 2 koyra tríggjar ferðir um tíman og steðga beint uttan fyri stovnin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú mást tola broytingar í starvinum.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til starvið og stovnin, kanst tú venda tær til Irenu Tróndheim, stovnsleiðara, telefon 302323 / 219019 ella vitja heimasíðuna dagstovnurin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal sendast til torshavn@torshavn.fo.

Umsóknarfreistin er hósdagin 15. mars 2018.

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2018 >
December
MTuWThFSS
     12
3456789
10111213141516
17181920212223
24252627282930
31