Skúlabólkurin heldur vanliga til í Børkuvísuni, men í ár er ongin skúlabólkur, av tí at vit hava so fá børn í hesum aldrinum. Tí hava vit valt at brúka stovuna til verkstað barnagarðsárið 2019/2020. Í Børkuísuni er talið av børnum og starvsfólkum annars skiftandi, alt eftir hvussu nógv 6 ára gomul børn eru á stovninum.
Í skúlabólkinum verður dentur lagdur á ymiskleika, har børnini læra at rúma og verða viðurkennandi yvir fyri hvørjum øðrum. Á henda hátt kunnu vit skapa trygleika og menning.
Í skúlabólkinum fara vit víða um, í bókum, í yrkingum, í tekningum, á vallum, við áir, í ferðslu og á søvnum. Vit vitja og kanna, soleiðis at vit kunna undrast og seta orð á tað, sum vit síggja, hoyra, uppliva og merkja.
Viðalundin, eitt spennandi stað

Vit kanna og finna Vit síggja og læra Vit tekna og minnast < Les meira >
Fiskur byrjar við bókstavinum F
Vit kanna ymisk fiskasløg
Vit blanda og finna tann “rætta” litin til okkara egg.
Skúlabólkurin í náttúruni

Vit tekna tað, sum eyga sær. < Les meira >