Blákollan Blákollan er ein barnagarðsstova við 14 børnum, sum eru 3-5 ár. Á stovuni arbeiða trý starvsfólk, ein námsfrøðingur og tvey hjálparfólk.
Í Blákolluni leggja vit dent á, at bæði børn og foreldur kenna seg trygg, tí tryggleiki er grundarlagið undir menning og læru.
Vit leggja dent á relatiónir og sosialar spælireglur, hvussu vit eru saman, hvussu vit tosa saman, og hvussu vit tosa um hvønn annan.
Vit arbeiða við motorikki og sansum. Tað skal vera møguligt at vera kropsliga virkin og fáa sansaupplivingar hvønn dag.
Eisini leggja vit dent á matarskipanina, har vit vilja, at øll fáa eina jaliga uppliving. Vit tosa um matin, vit sansa matin og tey fáa møguleika sjálvi at velja, hvat tey vilja hava upp á breyð.