Um Akkuleyuna
Akkuleyan er ein barnagarðsstova við 17 børnum, ið eru 3-6 ára gomul. Inni á stovuni arbeiða fimm starvsfólk, tveir námsfrøðingar og trý hjálparfólk.
Í Akkuleyuni leggja vit dent á at børn og foreldur kenna seg trygg, tí tryggleiki er ein fyritreyt fyri víðari menning og læru. Hetta gera vit m.a. við at leggja dent á eina góða móttøku tá barnið kemur, og annars vera nærverandi saman við børnunum.
Vit leggja dent á matarløtuna, at tað skal vera hugnaligt og ein góð uppliving, har vit tosa um matin, og har tey sjálvi velja hvat tey vilja hava, samstundis sum vit royna at eggja børnunum at royna ymiskan mat. Í Akkuleyuni leggja vit eisini dent á mál og samskifti, har vit lesa søgur, syngja, rím og ramsur og vísa áhuga at samskifta við barnið. Eisini arbeiða vit við motorikki og sansum, har vit eru í Fimi, fara túrar og gera ymiskt rørsluligt virksemi á stovninum.

Túr í góðveðrinum!

blog - 2
Øll børnini vóru túr í dag. Vit fóru avstað í trimun bólkum, í tí bólkinum sum vit eta saman í gerandisdegnum. Asta var á spæliplássinum í Reynsgøtu, Winnie var í Sandagerði og Jakoba var ein gongutúr yvir um brúnna, undir kirkjugarðin og heim aftur fram við Sanda. Børnini hildu at hetta var krokudilluvatn 🙂 Ein summardái.   < Les meira >

Reytt, blátt og hvítt er Føroya Merkið mítt!

blog - 2
Reytt, blátt og hvítt er Føroya Merkið mítt. Hesi orðini hava vit lært børnini, teir seinastu dagurnar. Vit hava gjørt eina flagstong saman við børnunum. Børnini hava málað Merkið og valt sín egna stein. Í samling hava vit tosa um Merkið og sungið Sjá, tú blánar. < Les meira >

Ein gongutúr yvir um brúnna!

blog - 2
  , Sóu seyð, hønir og ein hana. 🙂 Jonna fortaldi fyri okkum, at her svomu tey sum børn. .   Knappliga var barnagarðurin vekk í mjørkanum, tað hildu børnini vera løgið. < Les meira >

Jørðin var eitrað í Akkuleyu!

blog - 2
Mikudagin gjørdu vit ein spennandi bana í Akkuleyu, vit spældu at jørðin var eitrað. Børnini hugnaðu sær óført, ímeðan tónleikurin spældi í bakgrundini. Tá ið børnini komu til tað grønu máttuna á gólvunum, gjørdi tey ymiskar rørslur. Millum annað bóltaðu tey rút, rulla runt, gingu á hondunum, spældu Spiderman og mangt annað. Hetta dámdu børnunum ordiliga væl, tey skundaði sær runt á bananum […] < Les meira >

Betri vinir

blog - 2
Í dag hava vit haft bamsufund saman við nøkrum børnum um hesa myndatalvu. Vit tosaði um, at hava dirvið at siga frá um vit ikki tíma ella vilja eitthvørt. Tildømis sum gentan á myndatalvuni, sum ikki altíð tímur at vera hundurin í spælinum. . Vit tosaði um at lurta eftir hvørjum øðrum og virða hvønn annan. Til seinast spældu vit […] < Les meira >

Túr í viðarlundini!

blog - 2
Nú heysti so spakuliga er byrjað og tey fyrstu bløðini eru dottin av trøunum, fóru nøkur børn ein túr í viðarlundina. Børnini hugnaðu sær óført, tey klintraðu, heintaðu bløð og spældu sær. Tá ið vit komu aftur á dagstovnin, løgdu vit bløðini at turka. Tey ætla vit at granska nærri og vita hvat, vit kunnu skapa tey til. < Les meira >

Lesa um Filpus forvitna!

blog - 2
Børnini dáma væl at lesa um Filpus og tað sæst aftur í gerandisdegnum. :-) < Les meira >

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irenat@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2020 >
October
MTuWThFSS
   1234
567891011
12131415161718
19202122232425
262728293031