Um Akkuleya
Akkuleya er ein barnagarðsstova við 12 børnum, ið eru 3-4 ára gomul. Inni á stovuni arbeiða trý starvsfólk, ein námsfrøðingur og tvey hjálparfólk.
Í Akkuleyuni leggja vit dent á at børn og foreldur kenna seg trygg, tí tryggleiki er ein fyritreyt fyri víðari menning og læru. Hetta gera vit m.a. við at leggja dent á eina góða móttøku tá barnið kemur, og annars vera nærverandi saman við børnunum.
Vit leggja dent á matarløtuna, at tað skal vera hugnaligt og ein góð uppliving, har vit tosa um matin, og har tey sjálvi velja hvat tey vilja hava, samstundis sum vit royna at eggja børnunum at royna ymiskan mat. Í Akkuleyuni leggja vit eisini dent á mál og samskifti, har vit lesa søgur, syngja, rím og ramsur og vísa áhuga at samskifta við barnið. Eisini arbeiða vit við motorikki og sansum, har vit eru í Fimi, fara túrar og gera ymiskt rørsluligt virksemi á stovninum.

Túr í viðarlundini!

blog - 2
Nú heysti so spakuliga er byrjað og tey fyrstu bløðini eru dottin av trøunum, fóru nøkur børn ein túr í viðarlundina. Børnini hugnaðu sær óført, tey klintraðu, heintaðu bløð og spældu sær. Tá ið vit komu aftur á dagstovnin, løgdu vit bløðini at turka. Tey ætla vit at granska nærri og vita hvat, vit kunnu skapa tey til. < Les meira >

Lesa um Filpus forvitna!

blog - 2
Børnini dáma væl at lesa um Filpus og tað sæst aftur í gerandisdegnum. :-) < Les meira >

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2018 >
August
MTuWThFSS
  12345
6789101112
13141516171819
20212223242526
2728293031