Í høllini

blog - 2
  Stovnurin leigar høllina á Argjahamri annanhvønn mikudag. Endamálið við túrinum kann vera so ymist. Í vøggustovuhøpi er túrurin niðan og heimaftur ein stórur partur av tí at fara í høllina. Í dag tóku vit bussin niðan. Í høllini bóltaðu vit rút, gingu á bummi, spældu við bóltar, hoppaðu og spældu “Allir mínir høsnarungar”. Túrin oman […] < Les meira >

Kunning um virksemið á stovninum í november/desember

blog - 2
Í viku 48, sum er frá 25. til og við 28. november, skipa allar stovurnar fyri verkstøðum, við ymiskum jólaligum virksemi. Virksemið í vøggustovunum verður frá kl. 09:30 – 10:30 og virksemið í barngarðsstovunum verður frá kl. 10:00 – 11:00.   Mikudagin 4. desember frá kl. 10:15 – 11:15, verður jólaguðstænasta í Argja Kirkju, fyri […] < Les meira >

Akvarium verkætlanin 1/10-31/10-2019

blog - 2
Vit hava arbeitt við akvarium verkætlan hendan mánaðin. < Les meira >

Kunning frá Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra og Beintu Dalbø, leiðara í Barn-og ungdómsdeildini

blog - 2
Góðu starvsfólk á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu Broytingar í leiðslubygnaðinum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu hava seinastu vikurnar verið umrøddar í miðlunum. Vit vilja við hesum skrivi greiða frá teimum broytingum, ið ætlanin er at fremja viðvíkjandi leiðslubygnaði og øktari normering til stovnarnar. Dagstovnaøkið hevur tvær høvuðsavbjóðingar, sum krevja at verða loystar. Hesar avbjóðingar eru […] < Les meira >

Kunning í sambandi við heystfrítíðina!

blog - 2
Góðu foreldur Eg vil hervið kunna tykkum um at matarskipanin fer í heystfrí frá 14. oktober til og við 18. oktober (vika 42). Børnini skulu hava matpakka við hesar dagarnar. Um so er at barn tykkara hevur frí í ein ella fleiri dagar í heystfrítíðini, verða tit biðin um at siga starvsfólkunum á stovuni frá. […] < Les meira >

Ráðleggingardagur 26. september

blog - 2
Hósdagin 26. september verður ráðleggingardagur á Dagstovninum á Argjum. Stovnurin tekur ikki ímóti børnum hendan dagin. Evnið hesaferð verður “spæliumhvørvið hjá børnum”. Vit fara á Skeið hjá Trude Anette Brendeland, sum á skeiðinum m.a. fer at leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit vaksnu hava vitan um og skilja hvussu neyðugt tað er, […] < Les meira >

Seinsummar og vaflur í garðinum

blog - 2
Vit bóðu summarinum farvæl og ynsktu heystinum vælkomnum í allarfagrasta summarveðri hendan morgunin. Vit sungu fyri sólini og lítlu Elsu og spældu gittar eina løtu, ímeðan vit hugnaðu okkum við vaflum. Ein sera hugnalig løta. < Les meira >

Úti í tí váta veðrinum

blog - 2
Vit hava í morgun verið úti í góðveðrinum. Tað var fullkomið veður til at njóta vatnið, av tí at tað var stilli og onki avfall Í løtuni hava vit Náttúru og tøkni, so gott høvi var at læra eitt sindur um vatn: hvat hendir, tá eg oysi úr kannu, nerti við tað, hoppi í hyljunum […] < Les meira >

Sansastimbran

blog - 2
Vit høvdu hendan dagin sansastimbran í gongini, har børnini gingu berføtt á ymsum undirlagi. Tað var sera ymiskt, hvat tey hildu um hetta – serliga mosan. Tað tók eisini eina løtu, áðrenn fleiri av teimum tordu betri at traðka í kørini. Børnini fingu fótabað á vesinum aftaná. Hetta dámdu øllum væl. < Les meira >

Blómur verkætlan t. 27/5-19

blog - 2
Í dag hildu vit áfram við føroyskum blómum. Í dag hava tey heinta veruligar blómur – hugt, merkt og luktað. Síðani málaðu tey m.a sóljur og summardáar.                          < Les meira >

Maturin

blog - 2
Á dagstovninum á Argjum fáa vit breyð hvønn dag á døgurða. Hetta er eitt dømi um, hvussu maturin kann síggja út, tá hann er klárur at seta á tey trý borðini, vit nýta í Smæruni. Børnini njóta at fáa breyð, sum hevur stovuhita og at sleppa at velja, hvat tey vilja hava uppá. Eisini leggja […] < Les meira >

Nøkur Sóljubørn hava málað Sóljur ídag t. 21/5-19

blog - 2
Nakrar gentur úr Sóljuni hava málað Sóljur eftir einari mynd. Úrslitið bleiv sera gott eftir teirra støðið. Vit høvdu onga grøna ella ljósabláa máling tøkt. Men so var bara at eksperimentera og funnu genturnar útav í prosseuni, at gult og blátt = grønt og myrkablátt blandað við hvítt = ljósablátt < Les meira >

Garðdagur

blog - 2
Hugnin var í hásæti hendan dagin, har foreldur, børn og starvsfólk vóru saman í garðinum frá seinnaparti og til á nátturðatíð. Á skránni var hetta: Tónleikur Sápubløðrur Hoppiband Kasta bóltar á blikk Fallskíggi Leitan eftir gulli Karrybollar og rís Ísur Te, kaffi og saft at drekka   < Les meira >

Ruddingardagur

blog - 2
Vit hava tikið lut í ruddingardegnum í dag, við at rudda við Umhvørvisstovuna. Tað hildu vit, var so hóskandi. Vit fingu, sum tit síggja, upp í fullan beriposa. Harafturat eru vit í holt við at hjálpa stóru børnunum við at gerast meira sjálvstøðug, nú tey skulu í barnagarð eftir summarfrítíðina.   < Les meira >

Túr í góðveðrinum!

blog - 2
Øll børnini vóru túr í dag. Vit fóru avstað í trimun bólkum, í tí bólkinum sum vit eta saman í gerandisdegnum. Asta var á spæliplássinum í Reynsgøtu, Winnie var í Sandagerði og Jakoba var ein gongutúr yvir um brúnna, undir kirkjugarðin og heim aftur fram við Sanda. Børnini hildu at hetta var krokudilluvatn 🙂 Ein summardái.   < Les meira >

Reytt, blátt og hvítt er Føroya Merkið mítt!

blog - 2
Reytt, blátt og hvítt er Føroya Merkið mítt. Hesi orðini hava vit lært børnini, teir seinastu dagurnar. Vit hava gjørt eina flagstong saman við børnunum. Børnini hava málað Merkið og valt sín egna stein. Í samling hava vit tosa um Merkið og sungið Sjá, tú blánar. < Les meira >

Spæla við vatn

blog - 2
  Altíð stuttligt at spæla við vatn. < Les meira >

Úrslit frá tøvingini

blog - 2
M.a. komu hesar vøkru myndirnar burtur úr tøvingini. Tey størstu børnini kliptu og avgjørdu eftir hugi og førimuni, hvussu myndin skuldi síggja út. < Les meira >

Skapandi evni liðugt

blog - 2
Nú er tíðarskeiðið, har vit hava havt um Skapandi evni liðugt, og vit fara nú inn í eitt nýtt tíðarskeið, har Siðir og mentan verður eitt høvuðsevni í mun til endamálsorðingina. Av og á verður Skapandi evni tó samantvinnað við hesum, so vit sleppa tí ikki heilt. Myndirnar, tit síggja, eru myndir frá ymsum døgum […] < Les meira >

Vit mála tunnuna

blog - 2
Í samband við at vit í endamálsorðingini nú fara í holt við Siðir og mentan, er Føstulávint ein siður, ið er afturvendandi á hvørjum ári, og tá eru børnini altíð við til at mála tunnuna, ið tey sjálvi skulu sláa. < Les meira >

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irenat@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2019 >
July
MTuWThFSS
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
293031