Nøkur Sóljubørn hava málað Sóljur ídag t. 21/5-19

blog - 2
Nakrar gentur úr Sóljuni hava málað Sóljur eftir einari mynd. Úrslitið bleiv sera gott eftir teirra støðið. Vit høvdu onga grøna ella ljósabláa máling tøkt. Men so var bara at eksperimentera og funnu genturnar útav í prosseuni, at gult og blátt = grønt og myrkablátt blandað við hvítt = ljósablátt < Les meira >

Ruddingardagur

blog - 2
Vit hava tikið lut í ruddingardegnum í dag, við at rudda við Umhvørvisstovuna. Tað hildu vit, var so hóskandi. Vit fingu, sum tit síggja, upp í fullan beriposa. Harafturat eru vit í holt við at hjálpa stóru børnunum við at gerast meira sjálvstøðug, nú tey skulu í barnagarð eftir summarfrítíðina.   < Les meira >

Túr í góðveðrinum!

blog - 2
Øll børnini vóru túr í dag. Vit fóru avstað í trimun bólkum, í tí bólkinum sum vit eta saman í gerandisdegnum. Asta var á spæliplássinum í Reynsgøtu, Winnie var í Sandagerði og Jakoba var ein gongutúr yvir um brúnna, undir kirkjugarðin og heim aftur fram við Sanda. Børnini hildu at hetta var krokudilluvatn 🙂 Ein summardái.   < Les meira >

Reytt, blátt og hvítt er Føroya Merkið mítt!

blog - 2
Reytt, blátt og hvítt er Føroya Merkið mítt. Hesi orðini hava vit lært børnini, teir seinastu dagurnar. Vit hava gjørt eina flagstong saman við børnunum. Børnini hava málað Merkið og valt sín egna stein. Í samling hava vit tosa um Merkið og sungið Sjá, tú blánar. < Les meira >

Spæla við vatn

blog - 2
  Altíð stuttligt at spæla við vatn. < Les meira >

Úrslit frá tøvingini

blog - 2
M.a. komu hesar vøkru myndirnar burtur úr tøvingini. Tey størstu børnini kliptu og avgjørdu eftir hugi og førimuni, hvussu myndin skuldi síggja út. < Les meira >

Skapandi evni liðugt

blog - 2
Nú er tíðarskeiðið, har vit hava havt um Skapandi evni liðugt, og vit fara nú inn í eitt nýtt tíðarskeið, har Siðir og mentan verður eitt høvuðsevni í mun til endamálsorðingina. Av og á verður Skapandi evni tó samantvinnað við hesum, so vit sleppa tí ikki heilt. Myndirnar, tit síggja, eru myndir frá ymsum døgum […] < Les meira >

Vit mála tunnuna

blog - 2
Í samband við at vit í endamálsorðingini nú fara í holt við Siðir og mentan, er Føstulávint ein siður, ið er afturvendandi á hvørjum ári, og tá eru børnini altíð við til at mála tunnuna, ið tey sjálvi skulu sláa. < Les meira >

Ein gongutúr yvir um brúnna!

blog - 2
  , Sóu seyð, hønir og ein hana. 🙂 Jonna fortaldi fyri okkum, at her svomu tey sum børn. .   Knappliga var barnagarðurin vekk í mjørkanum, tað hildu børnini vera løgið. < Les meira >

Viðalundin, eitt spennandi stað

blog - 2
Vit kanna og finna Vit síggja og læra Vit tekna og minnast < Les meira >

Jørðin var eitrað í Akkuleyu!

blog - 2
Mikudagin gjørdu vit ein spennandi bana í Akkuleyu, vit spældu at jørðin var eitrað. Børnini hugnaðu sær óført, ímeðan tónleikurin spældi í bakgrundini. Tá ið børnini komu til tað grønu máttuna á gólvunum, gjørdi tey ymiskar rørslur. Millum annað bóltaðu tey rút, rulla runt, gingu á hondunum, spældu Spiderman og mangt annað. Hetta dámdu børnunum ordiliga væl, tey skundaði sær runt á bananum […] < Les meira >

Vika 8 – Tøving

blog - 2
Næstu tíðina er tøving á skránni í Smæruni. Ullin – bæði vát og turr, sápuvatnið og hitin á vatninum geva barninum sera nógvar sansaupplivingar, so hetta er nakað, ið vit meta, gevur barninum nógva gleði við at vera skapandi og forvitin.       < Les meira >

Betri vinir

blog - 2
Í dag hava vit haft bamsufund saman við nøkrum børnum um hesa myndatalvu. Vit tosaði um, at hava dirvið at siga frá um vit ikki tíma ella vilja eitthvørt. Tildømis sum gentan á myndatalvuni, sum ikki altíð tímur at vera hundurin í spælinum. . Vit tosaði um at lurta eftir hvørjum øðrum og virða hvønn annan. Til seinast spældu vit […] < Les meira >

Betri Vinir

blog - 2
Vit hava avgjørt at hava “Betri Vinir” einaferð um vikuna tvs fríggjardagar. Vit eru komin til lektión 4. Evnið í dag  ( t. 8/2-19)  var Tolsemið og Umsorgan. Vit brúka nógv planchurnar í Betri Vinir kuffertinum, somuleiðis sang og spæl úr massaguheftinum “Man happar ikki tann mann nertur við”. Onkuntið verður stóra bamsuhánddukkan nýtt. Við tað, […] < Les meira >

Vika 5 – Litlæra og máling

blog - 2
Vit fylgja endamálsorðingini hesa vikuna, við at mála og læra um litir. Vit byrja vikuna eitt sindur øðrvísi, so vit kunnu njóta kavan og ta  serligu sansauppliving, ið fæst við at nerta við og smakka uppá hann. Ístaðin fyri máling, nýttu vit tí fruktlitir til hetta endamálið. Máli- og teknimyndir eru frá týsdegnum og hósdegnum […] < Les meira >

Vika 4 – Børnini prýða stovu teirra

blog - 2
Børnini í Sóljuni hava hesa vikuna, við hjáp frá teimum vaksnu,  havt kreativt virksemi, har skýggj, sól, hálvmánar, fantasifuglar hava verið á skránni. At enda gjørdu tey eisini ælabogar. Stovan er prýtt við øllum tí, tey hava gjørt. Børnini hava verið sera motiveraði. Við hesum virksemi hava tey styrkt um fínmotorik, at verða betri til […] < Les meira >

Skapandi evni

blog - 2
Sambært endamálsorðingini seta vit fokus á skapandi evni í januar og februar. Hesa vikuna hava vit hugsavnað okkum við modellervoksi, ið verður tikið fram hvønn dag. < Les meira >

Kavaveður

blog - 2
Nøkur børn vóru úti í garðinum í hesum fantastiska góðveðrinum í morgun. Nú bar til at smakka uppá kavan og grava hann upp við gravkúgv og spaka. Ein genta stóð og peikaði eftir einari kráku, sum setti seg á takið, og ein kranabilur kom eftir jólatræsfótinum – hetta hildu børnini vera sera spennandi. < Les meira >

Hósdagur t 17/1-19 Børnini hugna sær í kavanum

blog - 2
  Børnini stórhugna sær bæði við sletu og uttan sletu 🙂   < Les meira >

Vit vaska leikur

blog - 2
Vit arbeiða alt árið við at menna persónligar og sosialar førleikar. Undir hesum er ein sjálvsagdur partur sjálvbjargni og hjálpsemi. Nøkur børn vóru tí við at vaska leikur. Hetta halda tey vera stuttligt, og tey kenna seg hava týdning, tá tey sleppa at hjálpa til við gerandisuppgávunum. < Les meira >

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irena@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2018 >
December
MTuWThFSS
     12
3456789
10111213141516
17181920212223
24252627282930
31