Kom og arbeið á Dagstovninum á Argjum!

blog - 2
Vit liggja sera væl fyri, í einum øki á Argjum, har tað er stutt til m.a. Sandá, Sandagerð, Sjósavnið, Sparkivøll, AB vøllin, fríøkir, spælipláss og haga. Busssambandið er gott, tí bæði leið 1 og 3 steðga stutt frá stovninum. Vit hava brúk fyri námsfrøðingum, sum ynskja at arbeiða saman við royndum og dugnaligum starvsfólkum, á […] < Les meira >

Børnini hugnað sær úti í regninum

blog - 2

Kunning frá Tórshavnar Kommunu um at dagstovnarnir lata uppaftur

blog - 2
Sum kunnugt boðaði løgmaður 30. apríl frá, at kommunurnar aftur fóru at skipa virksemið á dagstovnaøkinum soleiðis, at øll børn kunnu koma á stovn aftur. Sambært Føroya Kommunufelag var ætlanin, at landsins myndugleikar í hesum sambandi skuldu dagføra tær vegleiðingarnar, sum vóru sendar kommununum 16. apríl. Hetta arbeiðið er enn ikki heilt liðugt, men tað […] < Les meira >

Kunning um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu komandi tíðina

blog - 2
01. mai 2020 Løgmaður boðaði í gjár frá, at ferð aftur verður sett á samfelagið. Flest øll skulu nú aftur til arbeiðis frá mánadegnum 4. mai. Eisini fara fleiri skúlanæmingar aftur í skúla, og í mesta lagi 50 fólk kunnu verða savnað saman. Frástøðan uppá tveir metrar verður varðveitt. Viðvíkjandi dagstovnaøkinum varð fráboðað, at kommunurnar […] < Les meira >

Kunning frá kommununi í sambandi við tilmelding til viku 18 og 19

blog - 2
Tórshavnar kommuna, Barna- og ungdómsdeildin   Vit halda fast við skerdum virksemi og varligari upplating Vit eru miðskeiðis í fyrstu vikuni eftir, at dagstovnaøkið varliga er opnað aftur og neyðugt er at taka støðu til næstu vikurnar. Gerandisdagurin er broyttur hjá børnum og starvsfólkum. Nýggja støðan krevur tíð, umhugsni og møguliga broytta raðfesting. Arbeiðsuppgávurnar eru […] < Les meira >

Í góðveðrinum í viku 17

blog - 2
Tá umstøðurnar eru, sum tær eru, so er gott við góðum veðri. Børnini kundu hendan dagin njóta náttúruna, við teirri eyka stimbran, ið fylgir. Vit tóku matpakkan við og ótu niðri við ánna, aftaná at hava vassað og kastað steinar. Hetta var ein av nógvum góðum løtum úti í viku 17. < Les meira >

Kunning í sambandi við at dagstovnarnir lata uppaftur

blog - 2
Fyri páskir boðaði landsstýrið frá, at dagstovnar lata upp mánadagin 20. apríl 2020. Eisini boðaði landsstýrið frá, at foreldur, sum vilja hava børn síni heima, hava børn síni heima. Í løtuni fyrireikar Tórshavnar kommuna, hvussu vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar lata upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast. Í hesum sambandi hevur Koronaráðgevingin hjá landsstýrinum gjørt vegleiðing […] < Les meira >

Skert virksemi á dagstovnaøkinum í sambandi við Corona

blog - 2
Virksemi á dagstovnaøkinum skert frá í seinasta lagi mánadegnum 16.03. 2020 og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.   Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børnum hvørs foreldur av neyðsynjar arbeiðið hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn. Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðsaldri, tey ið lúka hesi krøv Børn […] < Les meira >

Sólarkakao

blog - 2
  í dag eydnaðist tað okkum endiliga at halda sólarkakao saman við børnunum, ið er ein afturvendandi siðvenja á dagstovninum á Argjum. Vit bjóða sólini vælkomnari út aftur á Argir við at syngja nakrar sangir og fáa kakao og franskbreyð við smøri fyrrapartin úti í garðinum. Hetta var ein deilig løta í góðveðrinum í morgun. (Fleiri myndir) < Les meira >

Ráðleggingardagur 27. mars

blog - 2
Góðu foreldur   Fríggjadagin 27. mars 2020 verður ráðleggingardagur á Dagstovninum á Argjum. Hesaferð fara vit at arbeiða við námsætlanini. Stovnurin tekur ikki í móti børnum hendan dagin.   Vinarliga Irena Tróndheim < Les meira >

Í høllini

blog - 2
  Stovnurin leigar høllina á Argjahamri annanhvønn mikudag. Endamálið við túrinum kann vera so ymist. Í vøggustovuhøpi er túrurin niðan og heimaftur ein stórur partur av tí at fara í høllina. Í dag tóku vit bussin niðan. Í høllini bóltaðu vit rút, gingu á bummi, spældu við bóltar, hoppaðu og spældu “Allir mínir høsnarungar”. Túrin oman […] < Les meira >

Kunning um virksemið á stovninum í november/desember

blog - 2
Í viku 48, sum er frá 25. til og við 28. november, skipa allar stovurnar fyri verkstøðum, við ymiskum jólaligum virksemi. Virksemið í vøggustovunum verður frá kl. 09:30 – 10:30 og virksemið í barngarðsstovunum verður frá kl. 10:00 – 11:00.   Mikudagin 4. desember frá kl. 10:15 – 11:15, verður jólaguðstænasta í Argja Kirkju, fyri […] < Les meira >

Akvarium verkætlanin 1/10-31/10-2019

blog - 2
Vit hava arbeitt við akvarium verkætlan hendan mánaðin. < Les meira >

Kunning frá Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra og Beintu Dalbø, leiðara í Barn-og ungdómsdeildini

blog - 2
Góðu starvsfólk á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu Broytingar í leiðslubygnaðinum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu hava seinastu vikurnar verið umrøddar í miðlunum. Vit vilja við hesum skrivi greiða frá teimum broytingum, ið ætlanin er at fremja viðvíkjandi leiðslubygnaði og øktari normering til stovnarnar. Dagstovnaøkið hevur tvær høvuðsavbjóðingar, sum krevja at verða loystar. Hesar avbjóðingar eru […] < Les meira >

Kunning í sambandi við heystfrítíðina!

blog - 2
Góðu foreldur Eg vil hervið kunna tykkum um at matarskipanin fer í heystfrí frá 14. oktober til og við 18. oktober (vika 42). Børnini skulu hava matpakka við hesar dagarnar. Um so er at barn tykkara hevur frí í ein ella fleiri dagar í heystfrítíðini, verða tit biðin um at siga starvsfólkunum á stovuni frá. […] < Les meira >

Ráðleggingardagur 26. september

blog - 2
Hósdagin 26. september verður ráðleggingardagur á Dagstovninum á Argjum. Stovnurin tekur ikki ímóti børnum hendan dagin. Evnið hesaferð verður “spæliumhvørvið hjá børnum”. Vit fara á Skeið hjá Trude Anette Brendeland, sum á skeiðinum m.a. fer at leggja dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit vaksnu hava vitan um og skilja hvussu neyðugt tað er, […] < Les meira >

Seinsummar og vaflur í garðinum

blog - 2
Vit bóðu summarinum farvæl og ynsktu heystinum vælkomnum í allarfagrasta summarveðri hendan morgunin. Vit sungu fyri sólini og lítlu Elsu og spældu gittar eina løtu, ímeðan vit hugnaðu okkum við vaflum. Ein sera hugnalig løta. < Les meira >

Úti í tí váta veðrinum

blog - 2
Vit hava í morgun verið úti í góðveðrinum. Tað var fullkomið veður til at njóta vatnið, av tí at tað var stilli og onki avfall Í løtuni hava vit Náttúru og tøkni, so gott høvi var at læra eitt sindur um vatn: hvat hendir, tá eg oysi úr kannu, nerti við tað, hoppi í hyljunum […] < Les meira >

Sansastimbran

blog - 2
Vit høvdu hendan dagin sansastimbran í gongini, har børnini gingu berføtt á ymsum undirlagi. Tað var sera ymiskt, hvat tey hildu um hetta – serliga mosan. Tað tók eisini eina løtu, áðrenn fleiri av teimum tordu betri at traðka í kørini. Børnini fingu fótabað á vesinum aftaná. Hetta dámdu øllum væl. < Les meira >

Blómur verkætlan t. 27/5-19

blog - 2
Í dag hildu vit áfram við føroyskum blómum. Í dag hava tey heinta veruligar blómur – hugt, merkt og luktað. Síðani málaðu tey m.a sóljur og summardáar.                          < Les meira >

Samband

Traðargøta 55
160 Argir

Tel. 30 23 23
Fartel. 21 90 19

T-postur: irenat@torshavn.fo

Leiðari: Irena Tróndheim
Upplatingartíðir: kl. 07.30 - 17.00

Køkurin
Tel. 266623
T-postur: dagarg-kokur@torshavn.fo

Vøggustovurnar
Smæran
Tel. 266617
T-postur: dagargsmaran@torshavn.fo

Summardáin
Tel. 266618
T-postur: dagargsummar@torshavn.fo

Barnagarðurin
Akkuleya
Tel. 266621
T-postur: dagargakkuley@torshavn.fo

Blákollan
Tel. 266619
T-postur: dagargblakol@torshavn.fo

Børkuvísa
Tel. 266616
T-postur: dagargborku@torshavn.fo

Sóljan
Tel. 266620
T-postur: dagargsoljan@torshavn.fo

Her eru vit

..

Tiltøk og annað

< 2018 >
December
MTuWThFSS
     12
3456789
10111213141516
17181920212223
24252627282930
31